Heitasta ársbyrjanin nakrantíð

Heitasta ársbyrjanin nakrantíð
Fyrstu tríggir mánaðarnir í 2015 vóru heitir sammett við onnur ár. Ongantíð áður hevur ársbyrjanin verið so heit sum í ár
Miðalhitin í øllum heiminum var 0,45 stig hægri í januar og februar í ár, sammett við 2014
Mynd: NASA  
 
16.04.2015 - 16:03

Ongantíð áður hevur ein ársbyrjan verið so heit sum tríggir teir fyrstu mánaðirnir í ár hava verið. Tað vísa nýggj tøl, ið NASA hevur skrásett.

Miðalhitin í øllum heiminum í januar og februar var 0,45 stig hægri enn sammett við 2014, staðfesta nýggju veðurhagtølini sambært Updraft.

Greinin heldur fram niðanfyri

Somuleiðis verður mett, at sannlíkindini - fyri at 2015 verður tað heitasta árið higartil í øllum heiminum - vaksa, skrivar veðursíðan, Climate Progress, á netinum.

Veðurhagtølini, ið miðalhitin í øllum heiminum verður roknaður út eftir, strekkja seg heilt aftur til 1880, sambært dátugrunninum hjá NASA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761