150 ljós: Minnast tey, sum lótu lív

150 ljós: Minnast tey, sum lótu lív
1500 fólk eru komin saman á minningarhaldi, at minnast tey, ið lótu lív í flogvanlukkuni 24. mars. Týski samveldiskanslarin telist millum gestirnar
1500 fólk vórðu savnað á middegi í eini dómkirkju í Köln at minnast tey 150 fólkini, ið lótu lív í flogvanlukkuni í Alpunum 24. mars
Mynd: AP  
 
17.04.2015 - 12:09

Familja, politikarar og starvsfelagar í týska flogfelagnum, Germanwings, eru í dag savnað í eini dómkirkju í Köln í Týsklandi, har tey minnast tey deyðu.

Minningarhaldið er í Köln, har vesturi í Týsklandi, haðani mong av teimum deyðu í syrgiligu flogvanlukkuni 24. mars vóru ættað.

Greinin heldur fram niðanfyri

Eitt hvítt flagg veitrar uttanfyri dómkirkjuna í Köln. Almennu myndugleikarnir í Týsklandi markera eisini dagin, og hava vundið fløggini á hálva stong.

150 kertuljós eru tendrað fyri at minnast tey 150 fólkini, eitt kertuljós fyri hvørt fólkið - eisini fyri stýrimanninum, hildið verður fleyg fólkini í deyðan við beráddum huga.

- Hetta er ikki dagurin at døma fólk, sigur erkabispurin í Cologne, Rainer Maria Woelki, sambært týska blaðnum, Bild, fríggjamorgunin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761