YouTube 10 ár: Her er fyrsta sjónbandið

YouTube 10 ár: Her er fyrsta sjónbandið
10 ár eru liðin síðani fyrsta sjónbandið varð sent til YouTube. Her er fyrsta upptøkan, ið sást á YouTube 23. apríl í 2005
YouTube er 10 ár. Her er fyrsta upptøkan, ið varð send til YouTube 23. apríl í 2005
Mynd: Skíggjamynd/YouTube/Jawed Karim  
 
24.04.2015 - 11:24

Leygardagin 23. apríl í 2005.

Tað var dagurin, tá fyrsta sjónbandið varð sent til videotænastuna, YouTube. Nú, 10 ár seinni, verða 300 minuttir av upptøkum sendar til YouTube hvønn minutt.

Sí upptøkuna niðanfyri

YouTube er nú ein av teimum størstu veitarunum á internetinum, har seks milliardir tímar verða sæddir hvønn mánað í árinum.

Í fyrstu upptøkuni niðanfyri vitjar tann eini YouTube stovnarin, Jawed Karim, ein djóragarð í San Diego. Upptøkuna, ið eitur "Me at the zoo", hava 21 milliónir fólk sæð higartil.

Jawed Karim, ið sæst á upptøkuni, og hinir báðir vinmenninir, ið stovnaðu YouTube, seldu hálvtannað ár eftir YouTube til Google fyri tað, sum í dag svarar til 11 milliardir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860