DropBucket fær altjóða virðisløn

DropBucket fær altjóða virðisløn
Papp ruskspannin hjá føroysku Heiðu Gunnarsdóttir Nolsøe fær altjóða sniðgevaravirðislønina, The Red Dot Award, í ár
DropBucket, ruskspannin hjá føroysku Heiðu Gunnarsdóttir Nolsøe, fær í ár The Red Dot Award virðislønina
 
28.04.2015 - 07:48

DropBucket, sum ruskspannin kallast, fær hesa virðislønina framman fyri útivið 5.000 kappingarneytar, sum vórðu innstillaðir úr 56 ymiskum londum.

Red Dot Award er ein gomul virðisløn, sum hevur verið latin síðan 1955. Latnar verða virðisønir innan ymiskar greinar av sniðgeving.

Dropbucket er ein einnýtisruskspann framleidd úr endurnýtslupappi, sum er brúkt so ofta, at tað ikki kann endurnýtast aftur.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

For en måned side modtog vi et brev fra Dr. Peter Zec som beskrev DropBucket som et ’ground-breaking design’.I dag...

Posted by DropBucket on 27. apríl 2015

Ruskspannin er løtt at seta upp, og verður burturbeind saman við ruskinum. Og so tolir honn at vera úti ta tíðina, hon verður brúkt.

Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe sigur í tíðindaskrivi, at hetta er ein stórur heiður, tí hendan virðislønin kann sammetast við ein Oscar í filmsvinnuni.

Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe fær handað virðirlønina í juni mánað í summar. DropBucket hevur áður fingið fleiri íverksetaravirðirlønir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485