Heilsurøktarar fáa ov lítlar avbjóðingar

Heilsurøktarar fáa ov lítlar avbjóðingar
Heilsurøktarar í Føroyum halda seg fáa ov lítlar avbjóðingar í arbeiðinum.
 
28.04.2015 - 07:17

Tað vísir ein kanning, sum Heilsurøktarafelagið hevur latið gera og sum varð almannakunngjørd á ársaðalfundinum hjá felagnum í gjár.

Kanningin, sum varð gjørd ársskiftið 2013/2014 vísir, at bara góð helvtin - 54 prosent - av teimum spurdu sleppa at brúka sínar fakligu førleikar til fulnar í arbeiðinum. Og 37 prosent halda seg ikki fáa hóskandi avbjóðingar í arbeiðinum.

Hetta kemur ikki óvart á felagið. Heilsurøktarar í øllum almanna- og heilsuverkinum vísa ofta á, at teir ikki loysa uppgávur ella ikki sleppa at hava fullu ábyrgdina av ávísum uppgávum, sigur Heilsurøktarafelagið.

Felagið heldur, at allir avvarðandi partar eiga at kanna, hvussu fakligu førleikarnar hjá heilsurøktarunum kunnu brúkast til fulnar. 
Tað er ikki samfelagsgagnligt, at Heilsuskúlin á hvørjum ári klekir einar 20 heilsurøktarar, og at teir so bara brúka ein part av teirra førleikum, royndum og evnum í arbeiðinum, sigur Heilsurøktarafelagið í tíðindaskrivi.

Fakligir førleikar ella ikki. Kanningin vísir eisini, at flestu heilsurøktarar trívast væl í starvinum kortini. 93 prosent av teimum spurdu siga, at tey eru sum heild nøgd í sínum starvi.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025