Soleiðis sær nýggi fótbóltsvøllurin í Hoyvík út

Soleiðis sær nýggi fótbóltsvøllurin í Hoyvík út
Í dag varð hakin settur í lendið skamt niðanfyri Skúlan við Løgmannabreyt, har nýggi fótbóltsvøllurin skal vera
Soleiðis sær nýggi fótbóltsvøllurin í Hoyvík út
Mynd: www.torshavn.fo  
 
05.05.2015 - 14:35

 Nýggi fótbóltsvøllurin verður ein FIFA-vøllur sum eisini kemur at lúka allar ásetingarnar hjá FSF viðvíkjandi vallum í bestu deildini.

Vøllurin kemur at liggja skamt niðanfyri Skúlan við Løgmannabreyt.

Fyrsta byggistig verður liðugt í november í ár.

Tá vantar asfalt og graslíki, sum ikki kann leggjast á, fyrrenn tað várar aftur.

Yvirskotsgrótið frá økinum verður alt koyrt yvir til nýggju útstykkingina Oman Gil, sum verður gjørd samstundis sum vøllurin. Tað er J&K Petersen, sum stendur fyri báðum arbeiðunum.

Tað vóru Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum settu hakan í um middagsleitið í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522