Vikarar skulu eisini vísa reina revsiváttan

Vikarar skulu eisini vísa reina revsiváttan
Norski ráðharrin, Torbjørn Røe Isaksen, vil tetta hol í lógini, sum loyvir vikarum at arbeiða í barnagørðum í tvær vikur uttan at vísa revsiváttan
 
30.05.2015 - 15:37

Torbjørn Røe Isaksen, ráðharri, vil tetta holið í lógini, sum kom í gildi í heyst.

Verður broytt í oktober

Í dag er tað krav, at starvsfólk í barnagørðum skulu hava reina revsiváttan, men vikarar kunnu arbeiða í tvær vikur uttan at nøkur váttan skal vísast.

- Nú skal endi fáast á hesum. Tí kemur nýggj lóg, sum krevur, at øll, sum arbeiða í barnagarði skulu vísa revsiváttan fyrsta dagin, sigur Torbjørn Røe Isaksen, ráðharri í norsku stjórnini.

Kunnu ikki bíða

Lógarbroytingin kemur 1. oktober. Leiðarin fyri felags foreldranevndini, Marie Skinstad Jansen, fyri barnagarðar sigur, at tað er alt ov long tíð at bíða. 

- Vit mugu framskunda tilgongdina. Sum tað er í dag, so kunnu fólk, sum hava framt kynsligan ágang, ótarnað arbieða í barnagørðum uttan at nakar veit um tað, sigur hon við vg.no.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604