Tunlar millum oyggjar sera góð íløga hjá landinum

Tunlar millum oyggjar sera góð íløga hjá landinum
Sambært Vinnuvitan kann landið hava fingið allan partapeningin í Vágatunlinum aftur í 2030
Vágatunnilin er útgoldin og hevur vinning.
 
06.06.2015 - 16:37

Tað gongur so væl hjá teimum báðum undirsjóvartunlunum, at teir eru ein sera góð íløga hjá landinum.

Tað skrivar Eyðfinn Reyðberg í Vinnuvitan.

Hann skrivar, at P/f Norðoyatunnilin verður liðugur at gjalda alla skuld í 2017.

Í fjør hevði Norðoyatunnilin eina góða millión krónur í avlopi fyri skatt.

Avskrivingarnar upp á tunnilin vóru 11,5 mió. kr. í 2014.

Skuldin var niðurgoldin við 11 milliónum í 2014, og skuldin er nú komin niður á góðar 37 mió. kr.

Vágatunnilin skuldarfríur

Hin undirsjóvartunnilin, P/f Vágatunnilin, hevði slakar fimm mió. kr. í avlopi í 2014.
Hetta er eftir avskrivingar upp á átta mió. kr., so úrslitið fyri rentur og avskrivingar var slakar 13 mió. kr. í fjør.
Vágatunnilin er liðugur at gjalda øll lán, og er felagið í dag skuldarfrítt.
Harumframt eigur Vágatunnilin níggju milljónir krónur á bók í tøkum gjaldføri.
Eginognin í felagnum er í dag 176 mió. kr. Upprunaligi partapeningurin hjá landinum var 160 mió. kr.

Sera góð íløga

Talan hevur sostatt verið um eina sera góða íløgu hjá landinum.

Verður hildið fram eftir sama leisti sum higartil, kann landið fáa í minsta lagi 10 mió. kr. í vinningsbýti á hvørjum ári. Við tí kann landið fáa allan sín partapening í Vágatunlinum útgoldnan aftur hesi komandi 15 árini, skrivar Vinnuvitan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087