- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava meira gjøgnumskygni fyri makrelkvotur
Aðalmálið hjá felagsskapinum er, sum navnið sigur, at arbeiða fyri størri gjøgnumskygni. Transparency International Greenland hevur fylgt við gongdini og teimum mongu atfinningunum í samband við at grønlendska makrelkvotan skuldi býtast í ár.
Hóast grønlendska fiskimálaráðið í tíðindaskrivi alment hevur boðað frá, at býtið er framt eftir objektivum og sakligum kriterium, so eftirlýsir felagsskapurin framvegis størri gjøgnumskygni.
Heita á landsstýrið um at leggja tær fram
- Vit vilja ikki sáa iva um hesar fortreytir, men heita á landsstýrið um at leggja tær alment fram, fyri á tann hátt at beina burtur allan iva, sigur Anita Hoffer, forkvinna í Transparency International Greenland, við blaðið Sermitsiaq.
Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Karl-Kristian Kruse, og ein annar leiðandi limur í Siumut-flokkinum, Mikael Petersen, hava báðir tilknýti til eitt felag, KNT, sum hevur fingið 4300 tons av makrelkvotu frá grønlendska landsstýrinum.
Sjálvur verjir Karl-Kristian Kruse seg við, at hann einki hevur við felagið KNT at gera meira. Sambært landsstýrismanninum hevur sonurin tikið yvir ognarlutin í felagnum.