Jarðligar leivdir komnar til Týskland

Jarðligar leivdir komnar til Týskland
Jarðligu leivdirnar av 44 týskum ferðafólkunum, sum vóru við Germanwings flogfarinum, ið datt niður 24. mars, komu í nátt til Düsseldorf
Eitt Lufthansa flogfar kom í nátt til Düsseldorf í Týsklandi við jarðligu leivdunum av 44 ferðafólkum, ið vóru við Germanwings flogfarinum, ið datt niður í Alpunum 24. mars
Mynd: AP  
 
10.06.2015 - 10:49

Flogfelagið, Lufthansa, sendi mikunáttina kisturnar við jarðligu leivdunum av teimum 44 týskum ferðafólkum - sum vóru við flogfarinum, ið datt niður í Alpunum - úr Marseille í Fraklandi til Düsseldorf í Týsklandi.

- Nú vóna vit, at tey avvarðandi kunnu fáa frið, sigur Elmar Giemulla, sakførari, ið er talsmaður fyri nakrar av familjunum, sambært BBC News.

Greinin heldur fram niðanfyri

Millum líkini av teimum 44 ferðafólkunum ið komu til Týskland í nátt, vóru 15 miðnámsskúlanæmingar, ið komu úr vesturtýska býnum, Haltern, skrivar The Globe and Mail.

Hildið verður, at Andreas Lubitz, ið var stýrimaður á ferðini, stongdi flogskiparan úti úr stýrihúsinum, og við beráddum fleyg ferðafólk og manning í deyðan í Alpunum 24. mars.

Tilsamans doyðu 150 ferðafólk og manning, tá Germanwings flogfarið datt niður í Alpunum har suðuri í Fraklandi fyri nú ellivu vikum síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717