Kláraðu ikki at gjalda 11 milliardir

Kláraðu ikki at gjalda 11 milliardir
Hvørki avdráttur ella rentur vórðu goldnar til IMF, tá klokkan fór um midnátt. Hjálparpakkin til grikkar er nú ikki virkin longur
Grikkaland, sum er í fíggjarligari kreppu, megnaði ikki at rinda 11 milliardir, tá gjaldfreistin var úti á midnátt. Frammanundan spurdu grikkar um at fáa gjaldfreistina longda
 
01.07.2015 - 08:11

Í løtuni stendur Grikkaland púra einasamalt. Hetta er fyrstu ferð í fimm ár, at Grikkaland onga lánsavtalu hevur og onga hjálp og búskaparligan stuðul fær frá øðrum pørtum í evruøkinum.

Á middnátt í nátt fór evstamarkið at rinda 1,5 miljard evrur, sum landið skyldar altjóða gjaldoyragrunnin, IMF, í avdrátti og rentum. IMF váttaði, stutt eftir midnátt, at Grikkaland ikki hevur hildið lánsavtaluna.

Bóðu um at leingja gjaldfreistina

- Vit hava kunnað nevndina um, at Grikkaland nú er í eftirstøðu og bert kann fáa IMF-fígging, tá eftirstøðan er burtur, sigur IMF-talsmaðurin, Gerry Rice í fráboðan.

Hann váttar eisini, at Gikkaland ígjár bað um longri freist til at rinda avdragið. Og tað fer nevndin í IMF at taka støðu til, tá rætta løtan er, sigur Rice.

Sostatt verður Grikkaland fyrsta landið síðani Zimbabwe í 2001 ikki helt lánsavtaluna við IMF, og fyrsta framkomna land nakrantíð.

Bara hent tvær ferðir fyrr

Bara tvey lond umframt Simbabvi og Grikkaland hava ikki hildið lánsavtalu við IMF, - Somalia og Cuba. Týskland er tað landið, sum hevur lánt Grikkalandi flest pengar.

Angela Merkel, týskur samveldiskanslari, sigur, at Týskland vil ikki samráðast um nýggja skuldaravtalu við Grikkaland, fyrr enn eftir fólkaatkvøðuna sunnudagin um spari-og nýskipanarpakkan, sum kreditorarnir vilja hava Grikkaland at góðtaka.

Tað sum nú fer at henda víðari, veldst um, hvussu strangir kreditorarnir fara at verða. Fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum eru bodnir á fund í Bruxelles at tosa um grikska trupulleikan, skrivar Ritsau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. november
Credo: Hvussu skal eg siga lívinum farvæl ?
183300
Leygardag 9. november
TEMAPLÁTAN, 'The Dude', Quincy Jones, 1981
183363
Leygardag 9. november
Jambalaja - 091124
183353
Leygardag 9. november
Upp á tá - 081124
183350
Leygardag 9. november
Vikan - 9. november 2024
183341
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 9. november
Veðrið - teknmálstulkað
183337
Leygardag 9. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183336
Fríggjadag 8. november
Veðrið
183323
Fríggjadag 8. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183283