- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jean-Marie Le Pen kanska aftur í Front National
Jean-Marie le Pen, sum stovnaði politiska flokkin Front National í Fraklandi, kann vera á veg í flokkin aftur. Ein dómstólur hevur gjørt av at ógilda avgerðina, at koyra 86 ára gamla Le Pen úr egna flokki sínum, og at hann eigur at fáa limaskap aftur í flokkinum.
Marine Le Pen, dóttir Jean-Marie Le Pen, hevur, síðani hon rak pápa úr flokkinum og sjálv tók við sum forkvinna í 2011, roynt at broyta profilin hjá flokkinum og ikki minst at lúka út í beinleiðis rasistiskum og anti-jødiskum útsagnum hjá limum í flokkinum. Tí fall tað heldur ikki í góða jørð, tá Jean-Marie Le Pen í apríl sló jødatýningarnar undir seinna heimsbardaga upp í glens.
- Jean Marie Le Pen kann nú aftur brúka skrivstovu sína og øll amboð, sum stóðu honum í boði, og hann kann sita í nevndum, ið hann var partur av sum heiðursformaður, sigur advokatur hansara, Frederic Joachim, við franskar miðlar.
Sostatt er vandi fyri, at stríðið millum Jean-Marie Le Pen og dóttrina, núvernadi forkvinnuna í flokkinum, Marine Le Pen, byrjar aftur.