Avtala um almenna tokleið í Íslandi

Avtala um almenna tokleið í Íslandi
Í Íslandi hava sjey kommunur í høvuðsstaðarøkinum skrivað undir avtalu um at byggja eina almenna tokleið
 
05.07.2015 - 16:29

Talan verður um eitt slag av sporvognum, og íbúgvarnar skulu kunna ferðast skjótt og trygt runt í økinum. 

Tær sjey kommurnar hava gjørt avtalu við íslendska landsverk um at menna og gera verkætlanina. 

- Halda vit fram at ferðast á tann hátt, sum vit gera í dag, har 76 prosent av túrunum eru við bili, fáa vit trupulleikar, sigur Hrafnkell, sum er leiðari fyri verkætlanini.

Í 2040 er mett, at 70.000 fleiri fara at búgva í høvuðsstaðarøkinum. Tí er neyðugt í hesum sambandi at tryggja okkum, at bilferðslan ikki økist í sama mun.

Fyrireikandi arbeiðið skal verða liðugt í 2016. 

Hóast verkætlanin verður dýr verður víst á, at samfelagið í longdini sparir pening. Búskaparliga fer ísland, um flutningsvanrarnir verða broyttir á henda hátt, at spara um 700 miljónir evrur. 

Ábøtur verða eisini gjørdar á vegakervið og súkklubreytir.

Verkætlanin hevur heitið Høvuðsstaðarøkið 2040, og felagsavtalan er undirskrivað av kommununum í Garðabær, Hafna-firði, Kjós, Kópavogi, Mosfellbær, Reykjavík og Sel-tjarnarnesi, skrivar mbl.is.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV