Átaksfólk eru ikki í nóg góðari venjing

Átaksfólk eru ikki í nóg góðari venjing
Tað stendur í eftirmetingini um venjingina í Norðskálatunlinum mikukvøldið 27.mai
 
08.07.2015 - 08:37

Átaksfólk eru ikki í nóg góðari venjing, tá tey skulu brúka nýggja trygdarútgerð og handfara ólukkur undir umstøðum, tey ikki eru von við.

Endamálið við venjingini var at royna tilbúgvingarætlanin fyri tunnilin í verki. 

Tey, sum vóru við í venjingini, hava nú lisið frágreiðingarnar frá eygleiðarunum. 

Niðurstøðan er, at átaksfólkini eru betur útbúgvin nú. Trygdarútgerðin í Norðskálatunlinum er í lagi, men víðlíkahaldið og eftirlitið við útgerðini eigur at verða betri. 

Ein veikleiki, sum eisini sást aftur í venjingini, er vantandi venjingin, tá átaksfólk skulu brúka nýggja trygdarútgerð og handfara eina ólukku undir umstøðum, sum tey ikki eru von við. Her krevjast fleiri venjingar, sigur eftirmetingin.

Semja er eisini um, at sjálv tilbúgvingarætlanin skal endurskoðast og gerast greiðari og einfaldari. 

Tað gongur eisini aftur í eftirmetingini, at átaksfólkini í Føroyum hava ov litla útbúgving í átaksleiðslu og leiðslu á staði, har sum fólk eru skadd. 

Hetta eiga avvarðandi brunamyndugleikar at seta sum eitt krav, so at øll í tilbúgvingini eru væl fyri til slíkar krevjandi og truplar uppgávur, stendur í eftirmetingini. 

Við í venjingini í Norðskálatunlinum 27.mai vóru Sunda sløkkilið, Skálafjarðar sløkkilið, politiið, Ambulansutænastan og Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086