Ferðafólk til Lesbos kunnu hava 20 kilo eyka við

Ferðafólk til Lesbos kunnu hava 20 kilo eyka við
Fleiri ferðasaskrivstovur hava avgjørt, at ferðafólk kunnu taka neyðhjálp við til oynna ókeypis
 
16.07.2015 - 08:21

Nógv flóttafólk koma til griksku frítíðaroynna, Lesbos. Fyri at hjálpa teimum, hava fleiri ferðaskrivstovur avgjørt, at ferðafólk hjá teimum kunnu taka 20 kilo eyka við í flogfarið, um tað eru klæðir og annað at geva flóttafólkunum.

Fleiri túsund flóttafólk eru komin við báti til oynna Lesbos í ár.

Tey flýggja undan víðgongda islamska yvirgangsfelgasskapinum ISIL, undan Assad og borgarakrígnum í Sýria.

Oyggin Lebos og teir 85.000 íbúgvarnir í oynni, megna ikki at veita teimum fleiri túsund flóttafólkunum, sum nú eisini eru á oynni, tak yvir høvdið. 

Legan, har flóttafólkini skulu skráseta seg, hevur pláss fyri 500 fólkum, men hýsir 3.000 fólkum. Hvønn dag koma bátar við flóttafólkum til oynna.

Pláss er ikki fyri øllum, og flóttafólkini eru tí úti á gøtuni. 

Saman við flóttafólkunum ganga eisini ferðafólk, sum eru farin til oynna at hugna sær í sólini.

- Øll hesi ferðafólkini, hava altso nú møguleika at taka 20 kilo eyka av klæðum og øðrum við at geva flóttafólkunum, sigur umboð fyri ferðaskrivstovurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233