Flogskiparar steðgaðir við alkoholi í blóðinum

Flogskiparar steðgaðir við alkoholi í blóðinum
Ein flogskipari, ein stýrimaður og tvær flogternur hava viðgingið, at tey høvdu drukkið, áðrenn løgreglan steðgaði teimum leygarmorgunin
Manningin á einum airBaltic flogfari - ið skuldi fara úr Gardermoen í Noregi til Kreta í Grikkalandi - varð steðgað av løgregluni í Gardermoen floghavnini leygarmorgunin, tí manningin var ávirkað av alkoholi
 
10.08.2015 - 17:05

Eitt flogfar hjá airBaltic fekk ikki loyvi at fara úr Gardemoen lufthavnini í Oslo leygarmorgunin. Orsøkin var, at annar flogskiparin og stýrimaðurin og tvær flogternur vóru ávirkað av rúsdrekka.

Sambært norska blaðnum VG vístu mátingarnar, at promillan hjá flogskiparanum og stýrimanninum vóru ávikavist 0,4 og 1,2. Pormillan hjá aðrari flogternuni var 0,4 og hjá hinari 0,8.

Skuldu flúgva 100 ferðafólk til Grikkaland

Flogfarið skuldi eftir ætlan fara úr Gardemoen til griksku feriuoynna Kreta, og okkurt um 100 ferðafólk skuldu við flogfarinum.

Fleiri av ferðafólkunum siga við VG, at flogskiparin, stýrimaðurin og tær báðar flogternurenar vóru á veg í flogfarið, tá løgreglan stóð fyri teimum.

Tað er framvegis ógreitt, hvørja revsing starvsfólkini hjá Air Baltic fáa, men alt bendir á, at tey hava flogið við Air Baltic fyri seinastu ferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425