Mælir grønlendingum til at brúka meira pening

Mælir grønlendingum til at brúka meira pening
Stjórin í Grønlandsbankanum heldur, grønlendingar áttu at brúkt meira pening og spart minni saman. Nýggjastu konjukturhagtølini eru júst kunngjørd
Grønlendingar áttu at brúkt meira pening og spart minni saman, so gongd verür sett á búskapin í landinum, heldur stjórin í Grønlandsbankanum
 
10.08.2015 - 09:17

- Grønlendingar eiga at spara minni og brúka meira. Tað sigur stjórin í Grønlandsbankanum, Martin Kvistgaard, eftir at grønlendska hagstovan hevur kunngjørt konjukturhagtølini fyri annan ársfjórðing.

Peningastovnarnir halda, at bæði fyritøkur og einstaklingar spara nógv saman. Annaðhvørt gjalda tey avdrátt av lánum, ella seta tey meira inn, sambært stjóranum í Grønlandsbankanum.

- Tað hevur við sær, at menningin í samfelagnum steðgar, sigur Martin Kvistgaard, stjóri í Grønlandsbankanum, við grønlendska kringvarpið, KNR.

Privat- og vinnukundar eiga at gera íløgur

Martin Kvistgaard heldur, at gongd eigur at verða sett á búskapin, og at bæði privatkundar og vinnukundar eiga gera íløgur.

Sambært tølunum hjá grønlendsku hagstovuni er ov tíðliga at siga, um búskaparliga støðan í Grønlandi fer at batna í ár. Men grønlendski landskassin hevur fingið nógv meira í tolli á innfluttum motorakførum í ár.

Vøksturin er sløk 73 prosent samanborið við somu tíð í fjør. Og bilinnflutningurin merkist eisini í Grønlandsbankanum, tí meira verður lænt, sigur Martin Kvistgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425