Hava vónir um at ein lánsavtala fæst í lag

Hava vónir um at ein lánsavtala fæst í lag
Nógv bendir á, at Grikkaland og altjóða kreditorar eru komnir undir land at gera eina nýggja avtalu um búskaparliga hjálp til Grikkalands
Grikkaland hevur vónir um, at ein lánsavtala fæst í lag longu í dag, so grikska tingið fær stundir at viðgera avtaluna
 
11.08.2015 - 08:56

Samráðingar hava verið seinastu dagarnar, og í nátt eru partarnir komnir ásamt um stevnuna í griksku fíggjarlógini næstu árini.

Hallið á fíggjarlógini í ár verður mett til 0,25 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, men næstu árini skal avlop vera á fíggjarlógini, og í 2018 skal tað vera hálvt fjórða prosent, sigur ein grikskur embætismaður, sambært Reuters.

Grikkaland hevur vónir um, at ein avtala fæst í lag longu í dag, so grikska tingið fær stundir at viðgera avtaluna. Tí 20. august er freistin at gjalda avdrátt av einum láni, sum evropeiski miðbankin fyrr hevur latið.

Týskland krevur nýskipanartiltøk sett í verk

Sambært avtaluni kann Grikkaland fáa 86 milliardir evrur aftrat í láni, tað eru 645 milliardir kr. í okkara peningi. Tað skal tryggja, at landið ikki fer á húsagang.

Serstakliga Týskland hevur sett sum treyt fyri láninum, at grikska stjórnin setur víðfevnd nýskipanartiltøk í verk.

Ein talsmaður fyri týska fíggjarmálaráðið sigur, at lánsgjaldið eigur at verða lagað eftir, hvussu nógvar nýskipanir Grikkaland hevur sett í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233