Bumbumaðurin var ikki einsamallur

Bumbumaðurin var ikki einsamallur
Løgreglan í Tailandi sigur, at í hvussu er 10 fólk hava lagt bumbuatsóknina í Bangkok mánadagin til rættis, tá 22 fólk lótu lív
Maðurin, ið sóknast verður eftir fyri bumbuálopið í Bangkok, arbeiddi ikki einsamallur, sigur løgreglan í Tailandi
Mynd: AP  
 
20.08.2015 - 09:35

Teilendski politimeistarin, Somyot Poompan-muang, sigur, at atsóknin er løgd til rættis í í hvussu er ein mánað frammanundan.

- Her er talan um stórt netverk. Nógv fólk vóru uppií fyrireikingunum - tey sum kannaðu gøturnar, gjørdu bumbuna og tey, sum vóru á staðnum og kendu rýmingarleiðina. Talan er í hvussu er um 10 fólk, sigur hann.

Løgreglan hevur eftirlýst ein mann í gulari t-shirt, sum varð sæddur á vakmyndatóli við Erawan Templið. Á myndunum sæst, at maður setur ein ryggsekk frá sær.

Greinin heldur fram niðanfyri

Maðurin kann vera útlendingur, siga teilendsku myndugleikarnir. Myndugleikarnir hava biðið Interpol um hjálp at finna mannin.

Teilendska løgreglan leitar eisini eftir tveimum monnum, sum stóðu frammanfyri mannin við ryggsekkinum, tá hann legði ryggisekkin undir ein bonk á staðnum.

Bumban brast í hinduistiska halgidóminum, Erawan, mánadagin. 22 fólk lótu lív í atsóknini. Enn hevur eingin tikið ábyrgd fyri atsóknina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425