Skjóta táragass eftir flóttafólkum

Skjóta táragass eftir flóttafólkum
Ruðuleiki valdar har suðuri í Makedónia, har túsundtals flóttafólk royna at sleppa sær inn í landið í royndini at flýggja úr Grikkalandi
Ruðuleiki valdar har suðuri í Makedónia, við markið til Grikkalands, eftir at túsundtals flóttafólk royna at koma sær um markið
Mynd: AP  
 
21.08.2015 - 10:50

Makedónia varð í gjár noytt at lýsa undantaksstøðu við markið har suðuri í landinum, eftir at túsundtals flóttafólk í Grikkalandi royndu at flýggja um markið.

Myndugleikarnir í Makedónia meta, at 44.000 flóttafólk, ið eru komin í bátum um Miðjarðarhavið seinasta mánaðin, eru flýdd um markið har suðuri í Makedónia, har ruðuleiki valdar.

- Vit vilja til Týskland, so vit kunnu byrja eitt nýtt lív. Fullkomin ruðuleiki valdar í Sýria, har alt er oyðilagt, sigur ein kvinna, ið er flýdd úr Sýria við familjuni, sambært AP.

Greinin heldur fram niðanfyri

Fleiri flóttafólk, ið royna at flýggja úr Grikkalandi, hava fingið skaða í samanbrestunum við makedonsku løgregluna, skrivar tíðindastovan, AP.

Síðani januar eru 160.000 flóttafólk komin til Grikkalands, sambært ST. Bert tann seinasta mánaðin eru 50.000 flóttafólk komin til Grikkalands metir ST.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375