90.000 fólk flýdd undan vatnflóð

90.000 fólk flýdd undan vatnflóð
Vatnflóð og skriðulop har eysturi í Japan hava noytt fleiri enn 90.000 fólk at rýma frá húsum. Eitt fólk er saknað og 12 hava fingið skaða
90.000 fólk eru rýmd frá húsum í Japan, har hervilig flóðalda og skriðulop gera um seg
Mynd: AP  
 
10.09.2015 - 11:30

Býurin Joso, norðanfyri høvuðsstaðin, Tokyo, varð hart raktur, tá Kinugawa áin floymdi yvir áarbakkarnar, og noyddi fólk frá húsum.

Bjargingarlið hava havt úr at gera við at bjarga fólki undan vatnflóð og skriðulopi. Tyrlur hava bjargað fólki, ið hava staðið uppi á húsatekjum.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Vit hava ikki sæð sovorðið regn áður. Støðan er óvanlig og áhaldandi vandi hóttir, sigur ein leiðandi veðurfrøðingur sambært BBC.

Vatnflóð og skriðulop koma í kjalarvørrinum á nógvum vindi og regni, ið hevur verið í Japan fleiri dagar, har vindferðin hevur verið 35 metrar um sekundið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425