Ósamdir um fundarskránna á árligum toppfundi

Ósamdir um fundarskránna á árligum toppfundi
Putin vil fegin tosa við amerikanska forsetan um Sýria. Obama vil heldur tosa við Putin um Ukraina, tá teir í dag hittast til fundar í New York
Vladimir Putin, russiskur forseti, og Barack Obama, amerikanskur forseti, hittast á árliga aðalfundinum hjá ST í dag. Støðan teirra millum er spent, og longu áðrenn fundurin er byrjaður, eru teir ósamdir um fundarskránna
 
28.09.2015 - 11:34

Russiski forsetin, Vladimir Putin vil fegin tosa við amerikanska forsetan um Sýria, men Barack Obama vil heldur tosa við russiska forsetan um Ukraina, tá teir seinni í dag hittast til fundar í New York.

Russland vil hava eitt samstarv um at berja sonevnda Islamska Statin í Sýria niður, amerikanarar royna at sissa vónirnar.

Báðir tveir eru teir í New York fyri at vera við á árliga aðalfundinum hjá ST, og í hesum sambandi skulu teir hava sín fyrsta fund í eitt ár.

Ikki samdir um fundarskránna

Viðurskiftini millum Putin og Obama eru spent teirra millum. Hetta er eisini greitt, tí partarnir eru ósamdir um, hvørt tað er Sýria ella Ukraina, sum stendur fremst á fundarskránni í dag.

Amerikanarar stúra fyri, at russarar ikki bara fara at brúka síni stríðsfløgfør í Sýria til at bumba IS, men at russarar eisini fara at bumba aðrar fíggindar hjá Assad, nevniliga teir meira hóvligu sýrisku uppreistrarbólkarnar, sum USA stuðlar.

Putin og Russland stuðla Assad, og tað er her at gjógvin er millum USA og Russland í spurninginum um Sýria. Hesar seinastu vikurnar hevur Russland styrkt sína hernaðarliga støðu í Sýria.

Jørð-luft rakettir elva til stúran

Russar hava sent stríðsflogfør, stríðsvognar, hernaðartyrlur og luftverjurakettir til Sýria, og russar eru eisini í ferð við at útbyggja ttríggjar hernaðarstøðir í økinum kring býin Latakia, har Assad-forseti stendur sterkur.

Vladimir Putin segði í samrøðu við 60 Minutes á CBS í gjár, at hann óttast, at allir statsstovnar fara at detta sundur, um Assad fellur í Sýria. Júst jørð-til-luft-rakettirnar, sum Russland hevur latið sýriska herinum, vekja stóra stúran í USA.

Sambært amerikanarum, so hevur IS einki luftvápn, og tí geva loftverjurakettirnar onga hernaðarliga meining fyri USA, um rakettirnar altso ikki eru ætlaðar amerikanskum flogførum og flogførum úr øðrum vestanlondum, sum bumba IS í Sýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. november
Við Tórði á túri í Koltri (3:3)
183428
Mánadag 11. november
Norðurljóð: Oddur Joensen um SunnGiFU
183240
Mánadag 11. november
Góðan morgun Føroyar
183404
Mánadag 11. november
Morgunlestur mánadagur 11. november 2024
183330
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. november
3-2 (11. november 2024)
183443
Sunnudag 10. november
Guðstænasta úr Christianskirkjuni
183390
Sunnudag 10. november
Undansending: Ukraina - Føroyar
183391
Leygardag 9. november
Veðrið - teknmálstulkað
183337