Fingu onga vegleiðing fyri deyðavanlukku

Fingu onga vegleiðing fyri deyðavanlukku
Menninir, ið lossaðu frystan makrel í lastini á trolaranum Ilivileq, fingu hvørki vegleiðing um trygd ella upplæring áðrenn teir fóru til arbeiðis
Teir, ið lossaðu frystan makrel í lastini á grønlendska trolaranum Ilivileq um náttina 25. september í fjør, fingu hvørki vegleiðing um trygd ella upplæring um arbeiðið, áðrenn teir fóru til arbeiðis. Ein 22 ára gamal maður doyði
 
30.09.2015 - 08:29

Menninir, sum lossaðu frystan makrel í lastini á grønlendska trolaranum Ilivileq um náttina 25. september í fjør, fingu hvørki vegleiðing um trygd ella upplæring um arbeiðið, áðrenn teir fóru til arbeiðis.

Tað hava teir greitt løgregluni frá eftir arbeiðsvanlukkuna umborð. Heldur ikki umborð var nøkur vegleiðing givin um arbeiðið ella, hvussu útgerðin, teir brúktu, skuldi brúkast. Tað stendur í frágreiðingini hjá Arbeiðseftirlitnum til fútan.

Óroynd arbeiðsfólk

Kringvarpið hevur fingið innlit í frágreiðingina. Arbeiðseftirlitið staðfestir, at menninir vóru mest sum óroyndir ella lítið royndir lossingarmenn.

Hjá 22 ára gamla Gunnari Zachariasen, sum doyði, tá ein plattur við 1292 kiloum av frystum makreli brotnaði á veg upp úr lastini, var hetta fyrsta vaktin sum lossingarmaður hjá Faroe Maritime Services.

Menninir, sum lossaðu Ilivileq, arbeiddu hjá Faroe Maritime Services. Sambært avhoyringum hjá løgregluni visti arbeiðsgevarin, at hann hevði skyldu til at læra fólkið at lossa.

Mannagongdirnar vóru ógreiðar

Felagið hevði bæði tilfar og mannagongdir til upplæringina, skrivar Arbeiðseftirlitið. Avhoyringarnar vísa kortini, at mannagongdirnar vóru ógreiðar fyri yvirskipaðu fólkini í fyritøkuni, teimum, sum tóku móti arbeiðsmonnunum á Eystaru bryggju í Havn og arbeiðsformonnunum í lastini.

Báðir partar tykjast hava hildið, at hin parturin skuldi kunna og læra fólkið, skrivar Arbeiðseftirlitið. Avhoyringarnar hjá løgregluni vísa eisini, at formaðurin í lastini, har sum vanlukkan hendi, ikki tryggjaði sær, at nýggju arbeiðsmenninir dugdu at brúka útgerðina, ella skiltu vandan í slíkum arbeiði.

Stjórin i Faroe Maritime Services var ikki sjálvur á staðnum. Arbeiðseftirlitið mælir til, at Faroe Maritime Services fær 40.000 kr. í bót fyri ikki at halda sínar skyldur.

Onga viðmerking enn

Pauli Joensen, nevndarformaður í Faroe Maritime Services, sigur, at felagið fekk frágreiðingina hjá Arbeiðseftirlitinum í gjáramorgunin.

Felagið vil hava stundir at lesa frágreiðingina gjølla, áðrenn tað ger nakra viðmerking um hana, sigur Pauli Joensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985