Fær viðhald móti Facebook í ES-dómstóli

Fær viðhald móti Facebook í ES-dómstóli
28 ára gamli eysturríkarin, Max Schrems, hevur fingið viðhald í ES-dómstólinum í einum máli, ið kann fáa víðfevndar avleiðingar fyri Facebook
Ein lesandi í Eysturríki hevur fingið viðhald móti Facebook í ES-dómstólinum, í einum máli, sum kann fáa víðfevndar avleiðingar
 
06.10.2015 - 10:24

Tá Facebook letur amerikanskar njósnarar sneyta í dátum hjá fólki á sosiala miðlinum, bróta teir eina 15 ára gamla avtalu millum ES og USA.

Tí eru dátur hjá evropearum ikki nóg væl vardar, tá tær enda í amerikanskum dátugrunnum. Tað sigur ES-dómstólurin í eini avgerð, sum kann fáa víðfevndar avleiðingar fyri Facebook.

Dátueftirlitið í Eysturríki vísti málið frá sær

28 ára gamli eysturríkarin, Max Schrems, sum lesur løgfrøði, legði málið fyri ES-dómstólin. Upprunaliga varð málið reist í írska dátueftirlitinum, sum vísti tað frá sær.

ES-dómstólurin sigur nú, at írska dátueftirlitið átti at havt viðgjørt málið, og at dátur hjá ES-borgarum eru ikki nóg væl vardar sambært galdandi avtalu millum ES og USA.

Avtalan kom í gildi í 2000, tá alnetið var nýtt. Hon skal tryggja, at dátur hjá ES-borgarum skulu viðgerast á tryggan hátt, hóast tær verða útflýggjaðar øðrum londum, sum hava linari reglur, eitt nú USA.

Umfatar 4.000 aðrar fyritøkur

Síðani hevur alnetið vundið upp á seg, og í 2013 avdúkaði amerikanski varskógvarin, Edward Snowden, at amerikanska trygdartænasta, NSA, ótarnað kann sneyta í dátum, sum eitt nú verða lagdar út á Facebook.

Eygleiðarar siga, at avgerðin hjá ES-dómstólinum merkir í fyrstu syftu, at Facebook ikki kann senda dátur úr ES-londum, men kann verða noytt til at varðveita dáturnar lokalt.

Hóast málið fyrst og fremst snýr seg um Facebook, umfatar avtalan umleið 4.000 aðrar fyritøkur, eitt nú Google, Microsoft og Apple.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425