Rørsla fyri fólkaræði fær friðarheiðursløn Nobels

Rørsla fyri fólkaræði fær friðarheiðursløn Nobels
The National Dialog Quartet í Tunesia, sum hevur arbeitt fyri fólkaræði í Tunesia, fær friðarheiðurslønina hjá Nobel 2015
Friðarheiðursløn Nobels 2015 fær The National Dialog Quartet í Tunesia, kunngjørdi forkvinnan í Nobel nevndini, Kaci Kullmann Five, á samkomu í Oslo fyri løtu síðani
Mynd: AP  
 
09.10.2015 - 10:19

Friðarheiðurslønin hjá Nobel 2015 verður latin The National Dialog Quartet í Tunesia, varð kunngjørt fyri løtu síðani í Oslo, har heiðurslønin varð kunngjørd.

Rørslan, The National Dialog Quartet, hevur arbeitt fyri fólkaræði í Tunesia seinastu tvey árini eftir at gongdin at menna fólkaræðið var í vanda at fara fyri bakka.

Forkvinnan í nevndini, ið letur friðarheiðurslønina, segði millum annað, at The National Dialog Quartet fær heiðurslønina fyri sítt íkast at tryggja pluralistiskt fólkaræði eftir uppreisturin í 2011.

273 vóru í uppskoti

Tilsamans vóru 273 í uppskoti at fáa friðarheiðursløn Nobels 2015, áðrenn tað varð avdúkað í morgun - 68 felagsskapir og 205 fólk.

Gitingarnar hava, sum altíð, verið um, hvør fekk heiðurin. Tey flestu hildu, at týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, var eitt gott boð. Eisini varð gitt, at Frans pávi fór at fáa friðarheiðurslønina.

Umframt heiðurin fylgir eisini peningur við friðarheiðurslønini, átta milliónir krónur. Friðarheiðurslønin verður latin á samkomu 10. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Gudstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375