Meginparturin av føroyingum koyra ov skjótt

Meginparturin av føroyingum koyra ov skjótt
68 prosent av øllum føroyingum halda seg ikki til ferðahámarkið, og koyra skjótari enn ásetingarnar í ferðslulógini, vísir kanning hjá Ferðsluitrygd
Meginparturin av øllum føroyingum halda seg ikki til ásettu hámarksferðina, men velja heldur at hoyra ov skjótt. Menn eru ótolnari og yvirhála oftari enn enn kvinnur, vísir kanning hjá Ferðslutrygd
 
15.10.2015 - 15:52

Ert tú ein av teimum, ið koyrir skjótari enn loyvt er, so ert tú ikki einsamallur. Tað vísir ein hugburðskanning, Ferðslutrygd gjørdi í apríl mánað.

Bert 32 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey halda seg til ásettu hámarksferðina, tá tey koyra bil. Restin, tað vil siga 68 prosent, siga seg koyra ov skjótt.

53 prosent av teimum spurdu siga seg koyra 90 km/t. 13 prosent siga seg koyra 100 km/t, og 1 prosent siga seg koyra 110 km/t ella skjótari.

Menn stóru syndararnir

Fóturin hjá monnum hongur tyngri á spitaranum enn hjá kvinnum. Tað er í øllum førum ein av niðurstøðunum í hugburðskanningini, ið varð gjørd í vár.

Í øllum aldursbólkum svara fleiri menn enn kvinnur, at teir koyra skjótari enn teir loyvdu 80 kilometrarnar um tíman, ið er hámarksferðin á landsvegnum.

Besti hátturin at fáa bilførarar at halda hámarksferðina er at fáa løgregluna at herða eftirlitið við ferðsluni, svaraðu tey spurdu í hugburðskanningini hjá Ferðslutrygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804