Dátugrunnur skal fyribyrgja flogvanlukkum

Dátugrunnur skal fyribyrgja flogvanlukkum
Evropeiski loftferðslustovnurin, EASA, vil nú hava greiði á, hvussu heilsustøðan er hjá flogskiparum. Upplýsingar skulu goymast í einum dátugrunni
Nýggir flogskiparar eiga at verða kannaðir sálarliga, og upplýsingar tøkar í einum dátugrunni til tess at byrgja fyri vanlukkum. Tað heldur ein arbeiðsbólkur undir evropeiska loftferðslustovninum í kjalarvørrinum á Germanwings vanlukkuni í mars
 
21.10.2015 - 11:46

Ein arbeiðsbólkur undir EASA kom í summar við tilmælum um, at nýggir flogskiparar verða sálarliga kannaðir, og at ein dátugrunnur verður skipaður við upplýsingum um, hvønn heilivág flogskipararnir taka.

Í mars læsti ungi stýrimaðurin, Andreas Lubitz, seg inni í stýrihúsinum á einum flogfari hjá týska flogfelagnum Germanwings og rendi tað við vilja niður í Alpurnar.

SÍ EISINI Upptøkur í svarta kassanum vátta illgruna

Øll 150 fólkini, sum vóru í flogfarinum, doyðu. Seinni er komið undan kavi, at Andreas Lubitz var sjúkur av tunglyndi, og at hann hevði dult sjúkuna fyri arbeiðsgevaranum.

EASA sigur, at dátugrunnurin skal gera tað lættari at fáa hendur á medisinskum upplýsingum, men tó skal privatlívið hjá flogskiparum virðast.

SÍ EISINI Lubitz var undir læknaeftirliti

Men tað verður ikki sum at siga tað at skipa ein slíkan dátugrunn, tí persónsupplýsingarlógirnar í londunum, sum eru limir í EASA, eru so ymiskar.

Arbeiðsbólkurin mælir til, at ein javnvág verður funnin, tá ræður um tagnarskylduna hjá læknum og almennu trygdina.

Men evropeiski loftferðslustovnurin heldur, at ES-nevndin eigur at avgera spurningin um at verja persónligar upplýsingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558