Sleppa ikki at spæla golf

Sleppa ikki at spæla golf
Tað verður ikki so spennandi at vera limur í kinesiska kommunistaflokkinum í framtíðini, sum tað hevur verið
 
01.11.2015 - 10:21

Kommunistaflokkurin hevur samtykt, at teir 88 milliónir limirnir í flokkinum, ikki longur mugu njóta góðan mat og drekka, tey mugu heldur ikki misnýta sítt vald, og ikki vera limir í einum golffelag.

Í 2004 setti flokkurin forboð fyri at byggja fleiri golfvøllir, men kortini øktist talið av golfvøllum úr 200 upp í 600 frá 2004 til í ár.

Seinastu árini hava myndugleikarnir stongt fleiri golfvøllir, sum hava virkað ólógliga.

Siðspilla

Myndugleikarnir vilja vera við, at júst golfvøllir eru til ampa fyri rættvísi, og at tað ofta eru fólk sum vilja koma sær fram, ella sum hava vald, ið koma saman á gólfvøllunum, og tað er ikki rætt, hevur kommunistaflokkurin í Kina gjørt av.

Í oktober varð ein varaborgarstjóri koyrdur frá,  eftir at tað kom fram, at hann hevði spælt golf, samstundis sum hann skuldi havt verið til arbeiðis. Og tað góðtekur kommunistaflokkurin ikki longur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375