17 fólk handtikin fyri yvirgangsætlanir

17 fólk handtikin fyri yvirgangsætlanir
Fólk ymsastaðni í Evropa eru handtikin í stórari evropiskari anti-terror atsókn, sum italska løgreglan hevur staðið á odda fyri
17 fólk ymsastaðni í Evropa eru handtikin fyri at hava ætlanir um at fremja yvirgang. Ein av teimum handtiknu er umstríddi prædikumaðurin, Mullah Krekar, sum á hesari myndini frá januar í ár júst var leyslatin úr fongsli
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
12.11.2015 - 16:11

Tey handtiknu fólkini eru undir illgruna fyri at hava ætlanir um at fremja álop í Miðeystri og í Norðurevropa, sigur leiðarin fyri anti-yvirgangsdeildina hjá italsku løgregluni, Giuseppe Governale, við blaðið La Repulicca.

Álopini skulu, sambært blaðnum, hava greinar til norskar og bretskar diplomatar. Endamálið var, sum skilst, at tryggja, at leiðari teirra, Mullah Krekar, sum situr í fongsli í Noregi, verður leystlatin.

Giuseppe Governale greiðir frá, at fimm ára langt kanningararbeiði er grundarlag fyri handtøkunum í dag. Umstríddi prædikumaðurin, Mullah Krekar, stendur á listanum hjá ST yvir yvirgangsfólk, og hann er tvær ferðir dømdur fyri morðhóttarnir.

Handtøka framd í norskum fongsli

Sum liður í atsóknini var Mullah Krekar í nátt handtikin í norska fongslinum, har hann situr. Samstundis eru tveir menn aftrat handtiknir í loyniligari politiatsókn í Østlands økinum í Noregi.

Teir skulu allir tríggir í grundlógaravhoyring í Oslo í morgin, har avgerð skal takast um teir skulu latast upp í hendurnar á italskum myndugleikum, har teir verða skuldsettir fyri ætlanir um at fremja yvirgang.

Mullah Krekar er irakskur kurdi, men kom til Noregs sum kvotuflóttafólk í 1991. Eftir meira enn 10 ár í Noregi var hann útvístur úr landinum, men hann kundi ikki fara úr landinum av ótta fyri at verða píndur og avrættaður í Irak.

Hevur verið á yvirgangslista í níggju ár

Í 2006 kom navnið á 56 ára gamla kurdanum, Mullah Krekar, á yvirgangslistan hjá ST. Í mars 2012 varð hann dømdur fimm ára fongsul fyri yvirgang- og morðhóttanir, men revsingin var gjørd linari sama ár, tí ein kærudómstólur frídømdi hann fyri ákærurnar um yvirgangshóttanir.

Í februar í ár varð hann aftur handtikin. Hesa ferð skuldsettur fyri morðhóttanir, sum hann bar fram í samrøðu við norska kringvarpið, NRK. 30. oktober varð hann dømdur eitt ár og seks mánaðar fongsul.

Italska løgreglan hevur illgruna um, at Ansar al-Islam-bólkurin, sum Krekar hevur verið leiðari fyri, og al-Qaeda hava samstarvað um netverk, sum skal útvega nýggjar krígsmenn til stríðið móti USA í Irak.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502