Putin: IS bumbaði flogfarið

Putin: IS bumbaði flogfarið
Tað var ein yvirgangsatsókn, ið var atvoldin til, at russiska ferðafólkaflogfarið datt niður á Sinai-hálvoynni leygardagin fyri tveimum vikum síðani
Yvirgangsrørslan, Islamiskur statur, bumbaði flogfarið, ið datt niður í Egyptalandi fyri tveimum vikum síðani, steðfestir russiski forsetin sambært tíðindastovuni Reuters
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
17.11.2015 - 12:14

Hetta staðfestir Vladimir Putin, forseti í dag sambært tíðindastovuni Reuters. Vladimir Putin, russiski forsetin, sigur, at nú skulu tey seku finnast.

Russiska fregnartænastan, FSB, upplýsir, at tey hava funnið slóðir av spreingievni í vrakinum, og stjórin í FSB, Alexander Bortnikov sigur, at talan var um eina heimagjørda bumbu.

Russland fer í hesum sambandi at herða loftálopini í Sýria, har yvirgangsrørslan IS heldur til. Reuters skrivar, at egyptiskir myndugleikar hava tvey starvsfólk í floghavnini Sharm el-Sheikh í varðhaldi.

SÍ EISINI Lítil ivi longur, bumba var í russiska flogfarinum

Fólkini eru í varðhaldi, tí illgruni er um, at tey hava hjálpt til at fáa spreingievni umborð á flogfarið. Talan er, sum skilst, um tvey trygdarfólk, sambært Reuters.

AFP skrivar, at Russland vil lata 350 milliónir krónur í finningarløn fyri upplýsingar um tey fólk, sum fingu bumbuna umborð.

Flogfarið var á veg tann 31. oktober úr Egyptalandi til Sankta Pætursborg í Russlandi, tá tað 22 minuttir eftir fráferð hvarv av radaranum og datt niður. 224 fólk lótu lív. Yvirgangsbólkurin Sinai Province, sum stuðlar IS, hevur tikið ábyrgdina av vanlukkuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098