Skutu táragass eftir mótmælisfólkum

Skutu táragass eftir mótmælisfólkum
Løgreglan í Fraklandi nýtti í gjár táragass ímóti mótmælisfólkum, uppundir veðurlagsráðstevnuna sum byrjar í dag. Løgreglan tók eisini um 100 fólk
Løgreglan í Fraklandi brúkti sunnudagin táragass ímóti mótmælisfólkum, uppundir veðurlagsráðstevnuna sum byrjar í dag
Mynd: AP  
 
30.11.2015 - 09:07

Fleiri túsund fólk vóru møtt til mótmælisgonguna, hóast fronsku myndugleikarnir hava sett forboð fyri mótmælisgongum, eftir yvirgangsatsóknina herfyri.

Mótmælisfólkini savnaðust í miðbýnum í París, har sum tey høvdu avtalað at hittast, áðrenn myndugleikarnir settu forboð fyri mótmælum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Í dag byrjar veðurlagsráðstevnan, COP 21. Yvir 140 stats- og ríkisleiðarar fara at vitja í París tær tvær vikurnar sum toppfundurin er. Haraftrat koma um 40.000 onnur fólk til París.

Franska stjórnin hevur givið boð um at herða eftirlitið uppundir ráðstevnuna, og 2.800 løgreglufólk hava fingið boð um at ansa eftir sjálvum ráðstevnuøkinum, sum er í norðrara partinum av París.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425