Talið á flóttafólkum fer um milliónina

Talið á flóttafólkum fer um milliónina
Týsdagin vera meira enn millión flóttafólk og tilflytarar komin til Evropa, upplýsir altjóða tilflytarafelagsskapurin, IOM
Higartil eru 991.000 flóttafólk komin til Evropa. Týsdagin rundar talið milliónina, sigur IOM, altjóða tilflytarafelagsskapurin
 
18.12.2015 - 17:46

Í dag er talið 991.000. Altjóða tilflytarafelagsskapurin staðfestir, at framvegis koma serliga nógv flóttafólk og tilflytarar til Grikkalands, ella 4.300 um dagin.

Umleið ein millión flóttafólk og tilflytarar eru komnir um Miðjarðarhavið til Evropa í ár, og tað er fýra ferðir so nógv sum í fjør. Nógv eru flýdd undan krígnum í Sýria.

Síðani 16 oktober eru 422 fók deyð á havinum, tá royndu at sleppa til Evropa. Tað eru sjey um dagin, sigur talsmaðurin fyri IOM, Joe Millman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327