Ódnarveður kravt mannalív í Noregi

Ódnarveður kravt mannalív í Noregi
Ódnarveður hevur gjørt um seg fleiri staðni í Noregi á jólum. Ringa veðrið hevur nú eisini kostað tveimum fólkum lívið
Tvey fólk í Noregi hava latið lív í ódnarveðri. Í Holmenkollen, nærhendis Oslo, doyði ein kvinna, tá ein flaggstong fór av um tvøran, og rakti kvinnuna so meint, at hon doyði
Mynd: NRK  
 
25.12.2015 - 15:45

Í Holmenkollen, nærhendis Oslo, doyði ein kvinna jólaaftan, tá ein flaggstong rakti kvinnuna uttanfyri eina kirkju.

- Tað er líkt til, at flaggstongin brotnaði orsakað av nógva vindinum á staðnum, sigur Finn Belle, innsatsleiðari í økinum, sambært NRK.

Hendingin fór fram klokkan 13:30 jólaaftan. Kvinnan, í 40-árunum, fekk ógvusligar løstir, og lívið hjá henni stóð ikki til at bjarga.

Maður feyk á sjógv

Í Vest-agder, har suðuri í Noregi, doyði ein ungur maður, tá nógvur vindur blásti hann um koll og hann fór í havið. Leitingin eftir manninum er steðgað, og endað uttan úrslit, sigur løgreglan.

Ógvusligi vindurin hevur gjørt tað vandamikið at ferðast tætt við havið í økinum við Agder, har aldurnar hava verið fýra-fimm metur høgar.

Hetta er aðru ferð eftir bert fáum døgum, at ringt veður krevur mannalív í Noregi. Fyri minni enn einu viku síðani lat ein maður lív, tá ein skalvur leyp oman yvir Longyearbyen í Svalbard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Sunnudag 21. desember
Bolero
201810
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775