Piratarnir hava blíðan byr

Piratarnir hava blíðan byr
Nýggi flokkurin fær dygga undirtøku í feskastu veljarakanningini hjá Frettablaðnum.
 
30.01.2016 - 13:02

Piratarnir høvdu fingið 42 prosent av atkvøðunum, var val í Íslandi nú.

Meginmálið hjá Piratunum er at fáa meira opinleika í íslendskan politikk. Piratarnir halda eisini, at íslendingar skulu ikki arbeiða meira enn 35 tímar um vikuna, og flokkurin vil eisini linka íslendsku lóggávuna at brúka rúsevni.

Vit eru ovfarin av góðu gongdini, sigur Birgitta Jónsdóttir, sum stovnaði flokkin stutt fyri altingsvalið í 2013.

Íslendski Piratflokkurin er systurflokkur hjá Piratflokkinum í Svøríki. Piratrørslan er nú virkin í meira enn 60 londum. Birgitta Jónsdóttir heldur hetta vera tekin um, at veljararnir eru troyttir av, at politisku flokkarnir halda ikki orð.

Undirtøkan fyri báðum stjórnarflokkunum í Íslandi er lítil. Sjálfstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin standa til at fáa 30 prosent av atkvøðunum í alt.  

Piratarnir fingu trý umboð í Altingið í 2013.

Altingsval verður aftur í seinasta lagi tann 27. apríl næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558