- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí upptøkuna: Danir halda torusteinur datt niður
Fleiri sjónarváttar í Danmark hildu seg síggja ljósglæmuna frá einum torusteini, ið datt niður onkra staðni í Sælandi í nátt, skrivar dr.dk
Sí upptøkuna niðanfyri
- Hóast tað ikki var heilt klárt á luftini, var einki at ivast í, at hetta var ein torusteinur, sigur ein sjónarváttur sambært heimasíðuni hjá DR.
Meðan fleiri sjónarváttar hava greitt frá, hvat teir sóu í nátt, sigur onkur seg eisini hava upptøkur frá í nátt, tá torusteinurin datt niður.
Se bort fra tiden, den passer ikke- men spol frem til 23.47.25 og lad filmen køre i 5 sekunder. Vildt lysglimt over Vestegnen d. 06.02.16
Posted by Mathias Øgendal on 6. februar 2016
(Spola til klokkan í upptøkuni vísir 23:47:26)
Sambært Johan Peter Uldall Fynbo, professara á Niels Bohr-instituttinum í Keypmannahavn, var tað ein torusteinur, sum danir søgdu seg síggja í nátt.
- Fleiri hava lagt merki til eitt buldur og eitt bjart ljós. Tað er ein eldkúla ella eitt stórt stjørnuskot, sigur professarin sambært politiken.dk
Í miðal detta torusteinar niður í Danmark tvær ferðir um árið. Granskarar vóna, at torusteinurin, ið helst er til støddar sum ein hondbóltur, verður funnin.