Fakfelag: Arbeiðsumstøðurnar eru ótolandi

Fakfelag: Arbeiðsumstøðurnar eru ótolandi
Alsamt fleiri royndir sjúkrarøktarfrøðingar venda Landssjúkrahúsinum bakið og velja annað arbeiðspláss, sigur forkvinna í fakfelagi
Støðan stendur við og versnar, heldur forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um ótolandi umstøðurnar hjá limunum, ið starvast á Landssjúkrahúsinum
 
29.02.2016 - 11:48

Støðan stendur við og versnar, heldur forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um ótolandi umstøðurnar hjá limunum í felagnum. Úrslitið er, at sjúkrarøktarfrøðingarnir fara í onnur størv.

- Tað ber ikki til at reka eitt sjúkrahús við óroyndum sjúkrarøktarfrøðingum og ongum læknum, skrivar Óluva í Gong í blaðnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í Føroyum.

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, heldur, at vælútbúnir sjúkrarøktarfrøðingar eru avgerandi fyri eitt sjúkrahús.

- So hvørt sum kapasiteturin á skurðgongini økist, og alsamt fleiri viðgerðir verða heimtiknar, má talið av seingjarplássum og sjúkrarøktarfrøðingum økjast samsvarandi, heldur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541