Biða við at senda flóttafólk aftur til Turkalands

Biða við at senda flóttafólk aftur til Turkalands
Griksku myndugleikarnir eru ikki til reiðar at senda flóttafólk aftur til Turkalands í dag, sum ætlanin annars var
ES og Turkaland settu fríggjadagin í verk eina ætlan, sum loyvir Grikkalandi at senda flóttafólk, sum koma ólógliga til landið, aftur til Turkalands
Mynd: AP  
 
20.03.2016 - 16:41

Hermenn, løgreglufólk, dómarar, málsviðgerar og tulkar eru í løtuni veg til griksku oyggjarnar fyri at tryggja, at flóttafólk kunnu sendast aftur til Turkalands.

Griksku myndugleikanir høvdu annars ætlanir um at byrja at senda flóttafólk retur til Turkalands í dag, men tann ætlanin er fyribils útsett.

Orsøkin er, at tað krevur nógva arbeiðsorku, og myndugleikarnir í Grikkalandi ikki eru til reiðar við neyðugu arbeiðsorkuni, sum tað krevur.

Steingja høvuðsfarleið hjá flóttafólkum

ES og Turkaland settu fríggjadagin í verk eina ætlan, sum loyvir Grikkalandi at senda flóttafólk, sum koma ólógliga til landið, aftur til Turkalands.

Málið er at steingja eina av høvuðsfarleiðunum, sum flóttafólk brúka fyri at koma sær inn í ES-londini. Avtalan millum ES og Turkaland er alt annað enn fagnað.

Mannarættindabólkar hava funnist at ætlanini, og fólk í túsundatali í Evropa hava mótmælt, síðani avtalan millum ES og Turkaland kom undan kavi.

Ætlanin sett í verk í apríl

Leiðarar í ES og turkiski forsætisráðharrin vistu óivað frammanundan, at tað fór at verða trupult at seta ætlanina í verk longu nú.

Í avtaluni, sum skuldi setast í verk í dag, stendur ikki nøkur neyv dagfesting. Har stendur bara, at flóttafólkini verða senda aftur í apríl mánað.

Avtalan ber í sær, at fyri hvørt flóttafólk, sum verður sent aftur, skulu ES-londini taka ímóti einum sýriskum flóttafólki úr flóttafólkalegum í Turkalandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762