Hallið størri enn væntað

Hallið størri enn væntað
Grønlendski landskassin hevur størri hall í fjør, enn politikarar høvdu roknað við. Hallið vaks upp í 73 milliónir
 
20.03.2016 - 08:58

Orsøkin til hallið er, sambært Sermitsiaq.gl, at 8,7 milliónir meira eru brúktar á náms og verklagskontuni, enn upprunaliga ætlað. Sostatt vaks hallið nú upp í 73 milliónir krónur.

Orsøkin til stóra hallið er, at tað kostaði 13,5 milliónir krónur meira at útbyggja útbúgvingarstovnin Campus Kujalleq í Qaqortoq, enn mett varð, skrivar Sermitsiaq.

Hinvegin, so hevur grønlendska stjórnin selt sín eigarapart av námseftirgranskingarfelagnum, Nunaminerals, og inntøkan av hesi sølu minkar nakað um hallið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425