Minni útgoldið í ár: Avlopsskatturin seinkaður

Minni útgoldið í ár: Avlopsskatturin seinkaður
15.649 føroyingar, ið skuldu fáa avlopsskattin útgoldnan fríggjadagin, fingu kortini ikki peningin útgoldnan áðrenn vikuskiftið
Talið av fólki, sum í ár fáa útgoldið avlopsskatt er nakað minni í ár enn í fjør. Talið í krónum og oyrum er eisini minkandi, vísa tøl hjá TAKS
 
20.03.2016 - 11:05

- Tað hava verið nakrir tekniskir trupulleikar, sum gjørdu, at peningurin ikki varð fluttur fólki, sigur Helena Debes Højgaard, deildarleiðari hjá TAKS.

Ert tú ein av teimum 15.649 fólkunum, sum kann fegnast um at fáa avlopsskatt útgoldnan í ár, so nýtist tær kortini ikki at bíða so leingi eftir peninginum.

- Í seinasta lagi týsdagin skuldu fólk havt peningin á konto, tí bankaflytingarnar verða gjørdar yrkadagar, sigur Helena Debes Højgaard.

Nakað minni enn í fjør

Til samans fáa 15.649 fólk útgoldið 39.947.157 krónur í avlopsskatti í ár. Í fjør fingu 15.937 føroyingar útgoldið avlopsskatt, sambært TAKS.

288 fólk færri fáa í ár útgoldið avlopsskatt í mun til í fjør. Í krónum og oyrum verður eisini minni útgoldið í ár, vísa tølini hjá skattamyndugleikanum.

Í ár verða 39.947.157 krónur í avlopsskatti útgoldnar. Í fjør var talið 41.615.472 krónur. Sostatt verða útgoldnar 1.668.315 krónur minni í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262