Franska løgreglan forðar yvirgangsatsókn

Franska løgreglan forðar yvirgangsatsókn
Politiið í Fraklandi hevur steðgað eini ítøkiligari ætlan um yvirgang.
 
25.03.2016 - 14:18

Politiið hevur handtikið ein persón, sum er undir illgruna fyri at ætla yvirgang og hava steðgað fyrireikingunum til eitt yvirgangsálop.

Tað segði franski innanríkisráðharrin, Bernard Caze-neuve, á einum tíðindafundi í gjárkvøldið.

Hann segði, at enn eru ikki prógv fyri, at samband er millum atsóknirnar í Brússel týddagin og hesa ætlaðu atsóknina. Talan er um ein franskan ríkisborgara, sum er handtikin.

Handtøkan varð í einum bygningi einar 15 km norðan fyri París. Tíðindastovur siga, at bumburuddarar eru í bygninginum.

Handtikni persónurin hevur verið eygleiddur av fronsku myndugleikunum í fleiri vikur, sigur franski innanríkisráðharrin. Handtøkan er úrslit av einúm tøttum og støðugum samstarvi millum evropeiskar fregnartænastur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327