Íslendski forsætisráðharrin er undir stórum trýsti

Íslendski forsætisráðharrin er undir stórum trýsti
Fyritøkan, har kona hansara er stjóri, hevur 63 milliónir krónur í varðveitslu á bretsku Jomfrúoyggjunum
 
25.03.2016 - 14:11

Í Íslandi er forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, komin í eitt politiskt ódnarveður, nú tað er komið fram, at fyritøkan, sum kona hansara eigur og rekur, hevur útivið 63 milliónir krónur í varðveitslu á bretsku Jomfrúoyggjunum. Oyggjarnar eru tiltiknar sum skattaskjól.

Sama fyritøkan krevur pengar úr trotabúnum eftir fíggingarstovnarnar Glitnir, Kaupthing og íslendska Landsbankanum, sum fóru á húsagang undir íslendsku fíggjarkreppuni. Kravið hjá fyritøkuni er 26,5 milliónir krónur.

Vil styrkja krónuna

Íslendski forsætisráðharrin er nú fyri hørðum atfinningum, tí hann hevur sjálvur verið ein av fortalarunum fyri at styrkja íslendsku krónuna. Ein av fortreytunum er, at íslendsku pengarnir verða varðveittir innan fyri íslendsku landamørkini. Hann hevur eisini sagt, at tey, sum krevja pengar úr trotabúnum eftir kollsigldu bankarnar, eru sjálvsøkin og hótta íslendska búskapin.

Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Bænadiktsson, sigur seg einki vita um nakað skattaskjól, men andstøðan hóttir nú við misáliti.

Vardi seg í fjølmiðlunum

Í drúgvari viðtalu við íslendska Fréttablaðið í gjárkvøldið, segði íslendski forsætisráðharrin, at øll fíggjarviðurskifti hjá fyritøkuni eru lóglig og at íslendska skattaskipanin hevur vitað um pengarnar. Forsætisráðharrin skoytti uppí, at hann var annars ikki sinnaður at tosa við fjølmiðlarnar um fíggjarviðurskiftini hjá konuni.

Viðtalan hevur eftir øllum at døma ikki sissa politisku mótstøðufólkini. Tey siga í íslendskum fjølmiðlum í dag, at forsætisráðharrin hevur einki trúvirði, og tey heita á hann um at skriva út nýval.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632