- Tíðindi, mentan og ítróttur
ST-aðalskrivarin: Vísið flóttafólkunum samhuga
Tað segði ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, tá hann setti altjóða flóttafólkaráðstevnuna í Geneve um sýrisk flóttafólk.
Hann vísti á, at ST roynir at enda borgarakríggið í Sýria, sum hevur vart í fimm ár, og sum hevur kravt 250.000 mannlív. Nærum fimm milliónir fólk eru flýdd av landinum.
Eftirlýsa størri samhuga
- Stríðið er linkað seinasta mánaðin, men partarnir noyðast at gera eina vápnahvíld og í síðsta enda finna eina politiska loysn, sigur Ban Ki-moon.
Eisini ST-flóttafólkahákommisserurin, Filippo Grandi, heitir á altjóða samfelagið um at sýna størri samhuga:
- Kreppan eigur at verða handfarin á ein meiri humanan og rættvísari hátt, sigur flóttafólkahákommisserurin hjá ST.
SÍ EISINI Bíða við at senda flóttafólk aftur til Turkalands
Flóttafólkastovnurin hjá ST, UNHCR, er vertur fyri ráðstevnuni í Geneve, har serliga verður varpað ljós á støðuna í Sýria.
Í februar var ein gevararáðstevnuna í London. Tá samdust heimsins leiðarar um at lata 11 milliardir dollarar, ella 70 milliónir krónur í okkara peningi, í hjálp til Sýria.