Hópgrøv funnin í Sýria

Hópgrøv funnin í Sýria
Ein grøv við 40 líkum er funnin í býnum Palmyra, sum IS mistið valdið á herfyri
 
03.04.2016 - 11:23


Sýriski stjórnarherurin hevur funnið eina hópgrøv í býnum Palmyra, ið Islamski staturin misti valdið á herfyri. Tað sigur almenna sýriska tíðindastovan, Sana.

Í grøvini eru 40 lík funnin av monnum, kvinnum og børnum, summi hálshøgd og onnur skotin. Talan er um sýriskar stjórnarhermenn og familjur teirra, ið vórðu avrættað, tá islamski staturin tók býin, verður sagt.

Líkini eru flutt á eitt hernaðarsjúkrahús í landsparta-høvuðsstaðnum Homs, har tey skulu eyðmerkjast.

Ein bólkur av bretum, ið eygleiðir mannarættindi í Sýria sigur, at Islamski staturin í minsta lagi avrættaði 280 fólk, meðan hann hevði valdið í Palmyra.

Sýriski stjórnarherurin tók søguliga býin aftur fyri eini viku síðani. Aftrat avrættingunum hava islamistarnir skotið niður nógv týðandi fornminni, ið hava staðið í 2.000 ár og eru á listanum hjá UNESCO sum verd at varðveita.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425