- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danskir bankar hjálpa kundum við skattaskjóli

Millum donsku bankarnar, ið hjálpa viðskiftafólkunum at sleppa undan skatti, eru Jyske Bank og Nordea, sum er næststørsti banki í Danmark.
11,5 millónir skjøl, sum 100 fjølmiðlar ymsa staðni í heiminum hava fingið hendur á, avdúka, at ein fyritøka í Panama hjálpir múgvandi fólki at krógva stórar peningaligar ognir fyri skattamyndugleikunum.
Vil hava skattamyndugleikarnar upp í málið
Tað ber ikki til, sigur danski skattamálaráðharrin, Karsten Lauritzen. Hann vil hava skattamyndugleikarnar at kanna málið.
Eitt nú vísa skjølini, at Nordea í fleiri ár hevur hjálpt til at keypa og røkja strámannafeløg hjá miðamerikansku fyritøkuni Mossack Fonseca.
Dømi er um, at ein persónur hevur verið stjóri í 10.000 feløgum í senn, og í einum føri hevði ein persónur verið deyður í átta ár, men hann var framvegis stjóri í 30 feløgum, sum Nordea hevði samband við.
























