Danskir fiskimenn taptu í Hægstarætti

Danskir fiskimenn taptu í Hægstarætti
Tað er ólóligt at fiska á eini ávísari leið í Kattegat, og danska lógin stríðir ikki ímóti ES-rættinum. Hægstirættur hevur dømt í einum máli
Hægstirættur hevur dømt í einum máli um fiskiskap í Kattegat. Tað er ólóligt at fiska á eini ávísari leið í Kattegat, og danska lógin stríðir ikki ímóti ES-rættinum
 
05.04.2016 - 16:44

Tríggir fiskimenn í Gilleleje vórðu í 2010 ákærdir fyri at bróta forboðið fyri at fiska á eini leið í svenskum sjógvi í Kattegat, sum er stongt til tess at verja stovnin.

Fiskimenninir taptu eisini í býar- og landsrættinum, og skutu síðani dómin inn fyri Hægstarætt. Fiskimenn í øðrum londum enn Danmark og Svøríki kunnu fiska á stongdu leiðini, tí tað er ES, sum hevur lóggávuvald á økinum.

Ger Danmark sína egnu lóg um forboð fyri at fiska í donskum ella útlendskum øki, er lógin bara galdandi fyri danskar fiskimenn.

Í løtuni eru fleiri onnur líknandi mál, sum Hægstirættur skal taka støðu til. Danska fiskimannafelagið sigur, at tað hevur havt stórar avleiðingar fyri gamla fiskivinnubýin Gilleleje, og nógvir fiskimenn eru givnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762