Møguligt samband millum vanlukkur

Møguligt samband millum vanlukkur
Ivi hevur tikið seg upp um, hvørt tað var tilvitað tryggingarsvik, tá eldur kom í Scandinavian Star í 1990
 
10.04.2016 - 11:21

Løgreglan í Oslo er nú biðin um at kanna, um samband er millum eldin umborð á ferjuni Scandinavian Star og fleiri onnur óhapp og eld umborð á ferjum hjá somu eigarum.

Ein serlig kanningarnevnd hevur gjørt eitt yvirlit yvir allar tilburðir við skipum hjá feløgum, sum felagið, sum átti Scandinavian Star, arbeiddi við í áttatiárunum og nakað inn í nítiárini.

Alment hevði felagið SeaEscape selt skipið Scandinavien Star bara eina viku, áðrenn eldur kom í skipið. Men í skipaskránni í Bahamaoyggjunum stóð felagið framvegis sum eigari, og amerikanska felagið fekk tí útgoldið tryggingarpengarnar, til samans 14 milliónir dollarar.

Fyrrverandi kanningarleiðarin í sambandi við eldsbrunan á Scandinavian Star, Flemming Thue Jensen, segði herfyri, at onkur av manningini má hava sett eld á ferjuni.

159 fólk lótu lív í eldinum á Scandinavien Star í 1990.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558