Ráðharraskifti í Íslandi

Ráðharraskifti í Íslandi
Ein 42 ára gomul kvinna, ið er búskaparfrøðingur, tekur nú við sum uttanríkisráðharri í Íslandi
 
12.04.2016 - 09:58

Íslendski Framsóknarflokkurin hevur sett búskaparfrøðingin, Lilju Alfreðsdóttur, sum uttanríkisráðharra, nú Gunnar Bragi Sveinsson, sum var uttanríkisráðharri, gjørdist fiskivinnu- og landbúnaðaráðharri, tá Sigurður Ingi Jóhansson bleiv forsætisráðharri.

Lilja Alfreðsdóttir, sum er 42 ára gomul, las altjóða búskaparfrøði í Washington og samfelagsfrøði í Reykjavík. Lilja Alfreðsdóttir hevur arbeitt í íslendska tjóðbankanum síðani 2001.

Hon var ráðgevi hjá Altjóða gjaldoyragrunninum frá 2010 til 2013, og í 2014 og 2015 var hon í íslendska forsætismálaráðnum, har hon gjørdi eina verkætlan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558