Fregnartænastan: Minst 135 danir í Sýria og Irak

Fregnartænastan: Minst 135 danir í Sýria og Irak
Í minsta lagi 135 danir hava verið ella eru í Sýria og Irak og eru farin í bardaga fyri islamskar rørslur, heldur danska fregnartænastan
Fregnartænastan hjá donsku løgregluni heldur, at í minsta lagi 135 persónar hava verið í Sýria og Irak
 
13.04.2016 - 09:40

Fregnartænastan hjá donsku løgregluni heldur, at í minsta lagi 135 persónar hava verið í Sýria og Irak, ella eru har í løtuni, og at tey eru farin í bardaga fyri islamskar rørslur, fyrst av øllum IS.

Tað stendur í viðmerkingunum til lógaruppskot um innferðarbann til Sýria, sum danska løgmálaráðið sendi til hoyringar í síðstu viku. Fregnartænastan metir, at umleið helvtin av teimum 135 eru komin aftur til Danmarkar.

Kunnu hótta trygdina í Danmark

- Tey, sum eru komin aftur úr Sýria og Irak, kunnu hótta trygdina í Danmark, tí tey hava fingið royndir og førleikar, og kunnu verða víðgongd, svikin og til reiðar at brúka harðskap.

Tað hevur fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, sagt, sambært Danmarks Radio. Í minsta lagi 28 danir ella fólk, sum hava bústað í Danmark, verða hildin at vera dripin í vápnaða stríðnum í Sýria og Irak.

Serfrøðingar hava fýlst á innferðarbannið til Sýria, men danski ríkisákærin sigur við DR, at bannið fer gera tað lættari hjá ákærumyndugleikanum, tá rættarmál skulu roynast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610