Opið stríð millum fyrrverandi og núverandi formann

Opið stríð millum fyrrverandi og núverandi formann
Fríggjadagin 15. apríl langaði fyrrverandi formaðurin í EIK, Jørn Astrup Hansen, út eftir sitandi leiðslu bankans. Nú svarar Torben Nielsen aftur
 
22.04.2016 - 10:09

Opið stríð er millum fyrrverandi nevndarformannin í Eik, Jørn Astrup Hansen og núverandi formannin, Torben Nielsen.

Undir yvirskriftini: "Eik fup eller faka" kallaði Jørn Astrup Hansen skattamálið fyri eina gølu í Sosialinum fríggjadagin 15. apríl. 

Í tíðargrein í blaðnum skrivaði hann haraftrat, at málið setur TAKS í ringt ljós og at tað er ógvuliga tyngjandi fyri TF-holding. Málið er háðan ímóti Fíggjarligum Støðufesti, sigur fyrrverandir formaðurin í EIK, sum var umboð fyri Fíggjarligt Støðufesti í bankanum.

Í dag svarar núverandi formaðurin, Torben Nielsen, aftur í tíðargein, undir yvirskriftiri: Jørn Astrup hansen "glemte" et par ting. Har hann hevur skrivað glemte í gásareygum.

Torben Nielsen, sum er valdur aftur til formann fyri EIK fyrrapartin av eigaranum, sum er TF-Holding, sigur í síni grein til miðlarnar, at Jørn Astrup Hansen hevur "gloymt" at greiða frá sínum egna leikluti, tá hann viðgerð EIK í tíðargreinini, og hann endurgevur haraftrat granskoðarafyritøkuna Deliotte fyri at siga, at EIK HEVUR rætt til at avskrivað tapið, tí tað ER rætt at rokna frá, nær fyruitøkan var stovnað og ikki frá byrjunarstøðuni, sum Astrup annars vil vera við.

Haraftrat sigur núverandi nevndarformaðurin, at nevndin og leiðslan í EIK Banka kennir seg intimideraða av fryvverandi formanninum og afturvísir øllum ákærum um villeiðingar og skattasnýt.

Og tað sigur Torben Nielsen, nevndarformaður í EIK-banka altso í grein, sum hann hevur sent til miðlarnar í dag.

Stjórin á TAKS, Eyðun Mørkøre sigur, at tað fer at taka nakrar vikur aftrat, áðrenn nøkur niðurstøða er í málinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974