Tilboðini latin upp

Tilboðini latin upp
Løgtingið hevur fingið fýra boð frá veitarum, ið vilja umvæla og klæða løgtingshúsið av nýggjum
 
04.05.2016 - 21:57

Formansskapurin hevði fund fyrrapartin, og har varð samtykt at heita á løgtinsgstjóran um at fara í samráðingar við tann, sum hevði lægsta boðið.

Hvør eigur lægsta boðið vil Jonhard Klettheygg, løgtingsstjóri, ikki siga fyrr enn hann hevur verið í sambandi við veitaran, sum átti lægsta boðið.

Neyðugt við ábøtum

Jonhard Klettheyggj vil heldur ikki siga, hvat lægsta boðið var. Løgtingshúsið skal klæðast av nýggjum, tí klædningurin er so illa farin og rotin, at neyðugt er at klæða gamla løgtingshúsið av nýggjum.

Í fíggjarlógini fyri 2016 hevur løgtingið fingið hálva fimtu millión krónur afturat til raksturin. Pengarnir skulu millum annað brúkast til at klæða løgtingshúsið og til nýggja KT útgerð til løgtingið.

Løgtingshúsið varð seinast umvæl um aldarskiftið, og umvælingin uttan var liðug á heysti í 2000. Nú er klædningurin so illa farin, at neyðugt er at skifta hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542